Eftir ES áseting (REACH fylgiskjali XVII) má nøgdin av nikkul, sum kemur úr vørum, ið eru ætlaðar at vera í beinleiðis sambandi við húðina í longri tíð, ikki fara upp um 0,5 µg/cm2 um vikuna, og tá er roknað við vanligari nýtslu av vøruni.
Tað ber sjálvur til at kanna, um nikkul er í vøruni, so sum smykkum, knøppum, lynlásum o.l. Nikkulroyndin, sum fæst til keyps á apotekinum, inniheldur tvær loysingar.
Tveir dropar av hvørji loysing verða dyppaðir á ein vattpinn. Løgurin verður gníggjaður á metallutin í umleið 30 sekund.
Um luturin ella vattpinnurin gerst reyður, gevur luturin ov nógv nikkul frá sær.
Her er filmsbrot, ið vísir hvussu royndin verður gjørd
![]() |
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |